- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvikan kveikir lív í útboðið av tilboðum í Runavíkar kommunu
Á VisitRunavík hevur Beinta Gaardbo, samskipari, úr at gera í hesum døgum.
Árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu fer av bakkastokki í vikuskiftinum.
"Mentanarvikan er umráðandi fyri, at fólk í kommununi hava eina viku um árið, har tey kunnu fara til tiltøk av alskyns slagi," heldur Beinta Gaardbo.
Sjálv gleðir samskiparin seg nógv til fyrstu útgávuna av tiltakinum Hitt á Glyvrum, sum eru stovukonsertir á sama hátt, ið fólk kenna tað frá Hoyma í Gøtu.
Samansjóðar
"Vit leggja okkum at koma út til allar tær 15 bygdirnar í kommununi í sambandi við mentanarvikuna. Á tann hátt hevur mentanarvikan eisini ein samansjóðandi virkna fyri kommununa.
Men mentanarvikan kveikir eisini lív í útboðið av tilboðum í kommununi, heldur Beinta Gaardbo, samskipari.
Mentanarvikan í Runavík kommunu verður sett í Gulu smiðju í Saltangará í morgin, sunnudagin, kl. tvey.
Øll skráin fyri mentanarvikuna í Runavík kann lesast inni á heimasíðuni Mentanarvikan.fo.