Nei takk til grønan elmálara

Nei takk til grønan elmálara
Fleiri kundar, sum ætlaðu at fáa sær grønan elmálara, hava nú sagt nei takk. Tað loysir seg ikki fíggjarliga, nú avsláttarskipanin verður avtikin, sigur handverkmeistari
05.03.2024 - 19:10

So skjótt SEV boðaði frá, at skipanin við bíligari streymi, til tey, sum hava hitapumpu og løðistøð til elbil heima, verður tikin av, hevur handverksmeistari fingið avboð frá kundum, sum ikki fara at fáa sær eyka málara.

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverkmeistarafelag, sum eisini hevur egna fyritøku, hevur longu fingið avlýsingar frá kundum, sum annars ætlaðu sær at fáa ein eyka elmálara og á tann hátt fáa bíligari streym í eina tíð.

Í Degi og viku í seinastu viku, segði Per Hansen, sum júst hevði fingið sær ein eyka elmálara, at tað kom illa við, at skipanin við 40 oyru í avslátri fyri kilowatt tíman, nú verður avtikin í 2030 og fer niður í helvt í 2028. 

Magnus Magnussen hevur sett nógvar elmálar upp til billøðarar og hitapumpur og fleiri kundar standa eisini á bíðilista at fáa tílíkar elmálarar.

Hann heldur tað er ivasamt, um tað loysir seg at gera íløguna, tí spurningurin er, um fólk spara hana innaftur, tá ið skipanin verður avtikin um nøkur ár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574