Fyrrverandi stórsvimjari skipar føroyska antidoping

Fyrrverandi stórsvimjari skipar føroyska antidoping
Pál Vitalis Joensen, sum í síni tíð kappaðist ímóti dopaðum svimjarum, skal nú standa á odda fyri føroyska antidoping-arbeiðnum
27.02.2024 - 11:00

Pál Vitalis Joensen skal samskipa føroyska antidoping. Fyrrverandi stórsvimjarin tók við starvinum fyrr í februar.

 - Eg havi altíð havt áhuga fyri [antidoping, red.], og so sá eg tað sum ein góðan máta at koma inn í føroyskan ítrótt aftur, sigur vágbingurin.

Fyrrverandi langteinasvimjarin telist millum bestu føroysku ítróttafólkini yvirhøvur, og kappaðist til Olympisku leikirnar í London í 2012 og í Rio de Janeiro fýra ár seinni.

Hann hevur sjálvur kappast ímóti svimjarum, sum seinni hava fingið dopingdómar. 

 - Eg havi kent meg snýttan, ja. Tað eru svimjarar, sum hava smurt meg av, men tað ávirkar hvørja plasering tú endar við, fortelur Pál Joensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819