Børn bíða ov leingi eftir dreni

04.09.2023 - 19:30
AktueltHeilsa
Børn bíða ov leingi eftir dreni
Børn í Føroyum bíða ov leingi, áðrenn tey fáa dren. Tað heldur Kristina á Løgmannsbø, sum er mamma at fýra børnum, sum øll hava havt trupulleikar við oyrunum

Barnagrátur hevur verið gerandisdagur heima hjá Kristinu á Løgmannsbø í nógv ár. Hon er mamma at fýra børnum, sum øll hava havt trupulleikar við oyrunum.

Bíðitíðin hjá oyrnabørnum at fáa dren er sera long samanborið við onnur lond, heldur hon. 

Kristina á Løgmannsbø er nú farin at savna inn undirskriftir fyri at varpa ljós á trupulleikan. 

Landssjúkrahúsið hevur onga viðmerking til hetta málið í dag. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000