Óli Mittún: "Ringt at seta orð á"

bannari
30.04.2023 - 20:40
ÍtrótturHondbóltur
Óli Mittún: "Ringt at seta orð á"
"Tað er óbeskriviligt at vit eru við til EM-endaspælið," ásannaði 17 ára gamli Óli Mittún, sum er eitt tað størsta hondbóltstalentið í heiminum, og nú skal til EM-endaspælið

Hondbóltsviðmerkjararnir løgdu ikki fingrarnar ímillum. 

"Í dag sær Óli Mittún út sum ein 17 ára gamal hondbóltsspælari," staðfestu Julian Johansen og Hjalti Mohr Jacobsen í sjónvarpsstovuni í hálvleikinum í landsdystinum millum Eysturríki og Føroyar. 

Eysturríki vant burtur úr Føroyum í fyrra hálvleiki, og avrikið var ikki nóg gott, ásannaði Óli Mittún ærliga eftir dystin. 

"Eg geri ov nógvar feilir í byrjanini, ja, tað gera vit allir. Men tað var munandi betri í seinna hálvleiki."


17 ára gamli Óli Mittún telist millum heimsins størst hondbóltstalentir í sínum aldursbólki. Hann var flúgvandi móti Ukraina herfyri, men hevði tað trupult móti sterka eysturríska liðnum í dag (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyar vunnu seinna hálvleik og avmarkaðu harvið tapið til fimm mál, 38-33. 

Harvið endaðu Føroyar sum næstbesti 3'ari og gjørdist ein av fýra 3'arum, sum sluppu við til EM. 

"Tað er ringt at seta orð á kensluna," staðfesti Óli Mittún eftir dystin. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. mars
Guðstænasta í Miðvágs kirkju
171555
Leygardag 2. mars
Jambalaja 020324
171544
Leygardag 2. mars
Upp á tá - 010324
171543
Leygardag 2. mars
Vikan 2. mars 2024
171542
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mars
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
171556
Fríggjadag 1. mars
Veðrið
171531
Fríggjadag 1. mars
Veðrið
171519
Hósdag 29. februar
Fólksins rødd: Um veðrið (1:4)
171415
Mikudag 28. februar
Hondbóltur: Luksemburg - Føroyar
171389