Innkomuveg við tunli fyri 300 mió. kr.

Innkomuveg við tunli fyri 300 mió. kr.
Nýggi innkomuvegurin til Havnina fer væntandi at byrja við rundkoyringina á Hvítanesvegnum, og koyrandi verður líka inn á Marknagilsvegin í Havn. Ein partur verður undir jørð
06.12.2022 - 19:51

Um tvey ár kemur nýggi innkomuvegurin til Havnina.

Tvær fyritøkur hava bjóðað upp á uppgávuna, tær eru Articon og J&K Petersen, og Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera innkomnu tilboðini. 

Á leið 300 milliónir krónur fer nýggi innkomuvegurin at kosta. 


Fríður P. Dalsgarð, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu

 

Av Hvítanesvegnum til Marknagil

Nýggi innkomuvegurin til Havnina fer væntandi at byrja við rundkoyringina á Hvítanesvegnum, og koyrandi verður líka inn á Marknagilsvegin í Havn. 

Vegurin skal lætta um nógvu ferðsluna í høvuðsstaðnum, serliga um morgunin.

Alt vegastrekkið verður seks kilometrar langt, meðan Húsareynistunnilin verður góðar 2.300 metrar til longdar. 

Tá avtalan um Húsareynistunnilin bleiv gjørd, játtaði Fíggjarmálaráðið seg til at gjalda upp til 110 milliónir av samlaða kostnaðinum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606