- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innsavningin hjá Barnabata druknar í valstríðnum
Fyrireikingar til árligu jólakonsertina
Í Vesturkirkjuni varð í dag riggað til, tí hóskvøldið koma sjálvbodnir tónleikarar at framføra til frama fyri innsavningina hjá Barnabata.
Hesi ferð verður tiltakið hildið mitt í einum valstríði. Hetta merkja tey í Barnabata, tí tey sleppa minni framat í miðlunum.
Tað var tó ikki ætlanin, at innsavningin skuldi liggja mitt í valstríðnum, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata.
Fleiri søkja í ár
Prísvøksturin ger eisini sítt, tí tey fáa fleiri áheitanir nú innsavningin nærkast.
Jólainnsavningin hjá Barnabata verður í Kringvarpinum hóskvøldið. Í ár ber til at søkja um jólahjálp frá "Í Menniskjum Góður Tokki" frá 1. desember til 8. desember kl 20, og Barnabati skipar fyri árligu jólainnsavningini hóskvøldið 1. desember kl 20 í Kringvarpinum.
Tak niður