Eingir pengar til sálarfrøðiliga hjálp

01.07.2022 - 17:36
AktueltHeilsa
Eingir pengar til sálarfrøðiliga hjálp
Pengar mangla til tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, til tey sum eru millum 15 og 35 ár - og teir koma neyvan fyrr enn eftir ólavsøku

Pengarnir til tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til fólk millum 15 og 35 ár, eru uppi. Tað boðaði Heilsutrygd frá í einum tíðindaskrivi í gjár.
Hetta ávirkar eisini tey, sum longu eru í viðgerð, váttar Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. 

Ein eyka játtan má til alt fyri eitt, tí hetta ber als ikki til. Tað siga bæði forkvinnan í Sinnibata og verkætlanarleiðarin fyri tilboðnum um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, torir einki at lova - pengarnir koma neyvan fyrr enn inn í august mánað

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. mai
Uttandura guðstænasta
157637
Sunnudag 28. mai
Andakt við Anne Mette Greve Klemensen
157624
Sunnudag 28. mai
Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
157622
Fríggjadag 26. mai
Veðrið
157582