Avmarkað ferðsla í Mykines

30.06.2022 - 19:33
AktueltSamfelag
Avmarkað ferðsla í Mykines
Einasta loysnin er at avmarka ferðsluna í Mykines. Tað sigur stjórin í sp/f Mykines, sum sjálvur siglir eykatúr við ferðafólkum, at kalla hvønn dag.

-Gevist eg við at sigla eykatúrar, so tekur onkur annar yvir dagin eftir, sigur Tummas Henriksen, stjóri í sp/f Mykines, sum eigur ferðafólkabátin Jósup.

Tummas Henriksen er í eini tvístøðu. Hann rekur farleiðina millum Sørvág & Mykines, sum er ein góð forrætning við eykatúrum hvønn dag í summar. Tað ger hann, samstundis sum hann sær Mykines líða undir nógvu ferðafólkunum í oynni.

Summarið 2019 flutti Jósup 15.000 fólk í Mykines, og harafturat komu ferðandi í oynna við øðrum smærri og størri bátum. Summarið 2020 og summarið 2021 avmarkaði støðan við korona talið av ferðandi í Mykinesi. Men ábendingar eru um, at í summar verða tey ferðandi nærum líka nógv sum metárið 2019. Og áhugin fyri Mykinesi er somikið stórur, at Tummas Henriksen væntar ein støðugan vøkstur í ferðafólkatalinum næstu árini.

Sambært Tummasi Henriksen má politiski myndugleikin stýra – og harvið avmarka – ferðafólkastreymin út í Mykines.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, hevur ongar viðmerkingar til støðuna í Mykinesi.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750