Malunarhav nærkast Kjósini við sigri á jóansøku

27.06.2022 - 15:40
ÍtrótturKappróður
Malunarhav nærkast Kjósini við sigri á jóansøku
Malunarhav úr Fuglafirðið vann aðru stevnuna á rað, og nærkast nú Kjósini, sum framvegis er fremst í FM-kappingini hjá 5-mannaførum við gentum 14-16

Malunarhav úr ÍF vann sína aðru stevnu á rað, tá tær vóru skjótastar um málið á jóansøku. 

Fuglfirðingarnir nærkast nú Kjósini, sum annars fekk eina flúgvandi byrjan upp á róðrarárið. 

 - Tað var øgiligur spenningur í, sigur Birna Isholm á Malunarhavi. 

 - Eg varð ordiliga uppøst í endanum. Tað var ræðuliga spennandi, sigur róðurskvinnan, sum í ár rør fyri fyrstu ferð.

 - Eg rópti bara á tær og segði, at vit skuldu hava gullið heim.

Títtlingur hjá Havnar Róðrarfelag endaði á 2. plássi, meðan Kjósin fekk bronsuna.

 
Er kopiera

Tak niður