- Tíðindi, mentan og ítróttur
10-mannafør: nýggjur litur munaði lítið á jóansøku
27.06.2022 - 15:33
Ítróttur›Kappróður
10-mannafør: nýggjur litur munaði lítið á jóansøku
Hjá 10-mannaførum høvdu sundamenn á Norðingi skift bát og róðu nú í bláa Orminum langa. Teir kundu tó onki gera við Klaksvíking, sum vann triðja FM-róðurin á rað
Ormurin Langi varð Norðingur, tá Norðingur, sum var Skálabáturin, fekk skaða á sundalagsstevnu.
- Vit ætla at vinna, ongin ivi um tað, segði Hjalmar Zachariassen á Norðingi undan jóansøkuróðrinum.
Klaksvíkingur var hin sami kortini, og tað var úrslitið eisini. Føroyameistarin vann sín triðja FM-róður á rað.
- Hetta var ein týðandi róður at vinna. Nú høvdu teir skift bátin út, men tað órógvaði okkum ikki, segði Jógvan Højgaard á Klaksvíkingi.
- Vit vóru ikki nóg góðir í dag, men vit hava bara vant í bátinum í tríggjar dagar, segði Hjalmar Zachariassen.
- Vit ætla okkum at manna okkum upp aftur komandi vikurnar og taka fyrsta plássi, legði hann afturat.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV