Nýggj skjótibreyt verður slóðbrótandi

20.06.2022 - 18:31
ÍtrótturAnnar ítróttur
Nýggj skjótibreyt verður slóðbrótandi
Nýggja skjótibreytin á Sandvíkum er um at vera liðug, og á Føroyaleikum hýsir hon fleiri kappingum. - Breytin fer at broyta føroyska skjóting, sigur formaðurin í Byrsumúla

Nýggja skjótibreytin á Sandvíkum fer at broyta føroyska skjóting.

So bersøgin er formaðurin í skjótifelagnum, Byrsumúla, nú arbeiðið við breytini er um at vera liðugt.

 - Hon kemur at broyta alla skjótingina hjá okkum yvirhøvur, sigur Jón Jacobsen.

Arbeiðið við nýggju breytini hevur verið eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Byrsumúla.

Millum stóru frambrotini er OL-trapp breytin, sum er hin fyrsta av sínum slag í Føroyum.

 - Hon ger skjótingina í trapp rættvísari. Fyrr høvdu vit eina maskinu, sum kastar í ymiskar vinklar, og um tú vart heldigur, kundi tú fáa nógvar lættar dúgvur eina rundu, og tað kundi gerast avgerandi fyri úrslitið, greiðir Jón Jacobsen frá.

 - Nú hava vit fimtan maskinur, og tá vit hava skotið eftir 25 dúgvum, hava allir skotið eftir akkurát teimum somu dúgvunum.

Ruddingin lættari og dálkingin minni

Á gomlu breytini noyddust skjúttarnir at taka upp eftir sær við hond, men tað verður ikki neyðugt á nýggju breytini.

 - Nú fer alt at verða tikið upp við maskinu. Ruddingin verður tann minsti parturin, og tú kanst savna teg um skjótingina sjálva, sigur formaðurin í Byrsumúla.

Góðu umstøðurnar fara at óivað at betra um úrslitini hjá føroyskum skjúttum, heldur Jón Jacobsen.

Funnist hevur verið at dálkingini, sum stendst av skjótingini á Sandvíkum. Sagt hevur millum annað verið, at nógv tilfar er endað á sjónum. Soleiðis verður ikki longur, sigur formaðurin.

 - Til dømis dálka plastikkpropparnir úr patrónunum nokkso illa, og teir verða nú allir liggjandi inni á breytini og verða síðan tiknir upp, sigur Jón Jacobsen.

Hóast breytin alment ikki er heilt liðug enn - bíða verður millum annað eftir grasinum - skal breytin hýsa fleiri skjótikappingum á Føroyaleikum um mánaðarskiftið fyrst í juli.

 - Í ár eru 54 skjúttar meldaðir til, so tað verður ordiliga spennandi at hýsa tí her, sigur Jón Jacobsen.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769