- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Barnadokumentarur viðger fyribrigdið mat
"Aftur mett í dag" kallast føroyskur barnadokumentarur, ið verður sendur í annaðkvøld klokkan 18.30, sum viðger fyribrigdið mat.
Natasja og Palli kanna og spyrja serfrøðingar og ein landsstýrismann um allan matin, sum er í Føroyum. M.a. hvussu nógv hvør føroyingur etur um vikuna, og hvat keypa vit mest av. Og hvat av hesum er gott at eta?
Í Føroyum er ov mikið av mati, og eingin gongur svangur. Men visti tú, at í teimum stóru handlunum eru umleið 8000 ymiskar matvørur at velja ímillum?
Føroyar eru ein matframleiðandi tjóð, tað vil siga, vit framleiða eina rúgvu av mati, tí vit fiska nógvan fisk, og so býta vit um. Tí vit eta nevniliga ikki bara føroyskan mat.
Hygg bara í handlunum, vit innflyta alt møguligt, bæði kjøt og epli og frukt og grønmeti, og eisini slíkt, sum longu er í Føroyum. Seyðakjøt og enntá vatn.
Er forrestin loyvt at innflyta alt?
Lagt til rættis hava Páll Danielsen og Mathias Dimon Næs.
Tak niður