Hóma endan á Eik-málinum

28.04.2022 - 16:52
AktueltPengar
Hóma endan á Eik-málinum
Oddamenn í gamla Eik krevja frídøming í Landsrættinum, ella, í øðrum lagi, eitt minni endurgjald. Fíggjarligt Støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya Rætti verður staðfestur

25 dagar eru settir av í Eystara Landsrætti til sakarmálið millum Fíggjarligt Støðufesti og teir tríggjar oddamenninar í gamla Eik banka, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Fritleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

Málið byrjaði týsdagin, og nakrir dagar eru settir av nú í apríl, nakrir í mai, nakrir í juni og seinastu dagarnir vera hálvan august.

Hetta er langt frá fyrstu ferð, at sokallaða Eik-málið er fyri í rættinum. Teir tríggir oddamenninir vórðu í Føroya Rætti í 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti í sambandi við, at føroyski Eik banki kollsilgdi í 2010. Teir kærdu tá dómin til Landsrættin.

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir. Fíggjarligt Støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya Rætti verður staðfestur.

Eik-málið í stuttum

Í 2010 verður alt virksemið hjá Eik banka avhendað til Fíggjarligt Støðufesti, sum er statsogn og varð stovnað í 2008 fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Danmark og hjálpa bankum í neyð.

Tvey ár seinni, í 2012, stevnir Fíggjarligt Støðufesti leiðsluni, nevndarformanninum og føroyska grannskoðaranum í føroyska partinum av Eik Banka eftir endurgjaldi.

Uppáhaldið hjá Fíggjarligum Støðufesti er, at leiðslan hevur stýrt so illa og ábyrgdarleyst, at hon eigur at rinda endurgjald fyri ein part av tapinum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur havt av at taka um endan, tá føroyski og danski Eik fóru av knóranum.

Málið móti leiðsluni í gamla Eik er tó tódnað fleiri ferðir síðani stevningina í 2012.

Kravið móti Hans Laksá, grannskoðara, fall burtur undir sakarmálinum í 2029, og Bjarni Olsen fyrrverandi stjóri í Eik banka varð púra fríkendur, tí hann ikki hevði endaliga ábyrgd sum stjóri, staðfestir dómurin. Hinir tríggir: Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og  Odd Bjellvåg verða í Føroya rætti dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti.

Í dóminum frá 2019 leggur rætturin dent á, at bankaleiðslan eftir at fíggjarkreppan varð byrjað ikki tók neyðugu atlitini at verja bankan við varligum fíggjarpolitikki, men lótu bankan taka á seg ov stóran vága.

Endin á Eik-málinum

Málið er tætt knýtt at málinum, sum Fíggjarligt Støðufesti førdi ímóti Eik bank Danmark, dótturfelagið hjá Eik banka í Føroyum. 22. juni í 2020 fríkendi Hægstirættur allar, sum Fíggjarligt Støðufesti hevði stevnt fyri teirra leiklut í Eik bank Danmark. Og harvið varð punktum sett fyri danska partin av Eik-málinum. 

Og nú hómast eisini ein endi á Eik-málinum í Føroyum. 

Í innslagnum verður greitt frá dóminum í Eik-málinum, og eisini vitjar Eyðfinn Reyðberg, serfrøðingur í bankaviðurskiftum, í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491