Ingi Olsen fer aftur til røturnar

11.04.2022 - 18:19
ÍtrótturHondbóltur
Ingi Olsen fer aftur til røturnar
Gullvenjarin hjá H71, Ingi Olsen, biður nú Hoyvík farvæl, og fer heimaftur til Vestmanna at venja kvinnurnar hjá VÍF, sum aftur manna lið í SMS-deildini næsta ár

Hann sigur farvæl við manér. 

Ingi Olsen, sum saman við Mark Lausen-Marcher, hevur staðið á odda fyri H71-kvinnunum hetta kappingarárið.

Hoyvíkskvinnur hava spælt sjey evropeiskar dystir, taptu í dramatiskari steypafinalu og endaðu við einum braki, tá ið tær tryggjaðu sær fyrsta føroyameistaraheitið.

Royndi vestmenningurin skal nú venja kvinnurnar í VÍF, sum aftur manna lið í bestu deildini.

 - Tær meldaðu frá í fjør, og tá ið tú ert uppvaksin í einum felag og sær, at felagið meldar seg úr kappingini, so havi eg tað ikki serliga gott við tí, sigur Ingi Olsen.

 - Eg havi so vitað, um eg ikki kann fáa liðið uppaftur at standa, tí hondbóltsføroyar eru somikið lítlar, at vit ikki hava ráð til at feløg detta niður ímillum, sigur venjarin, sum fakliga hevur havt eina spennandi tíð í Hoyvík og í so máta kundi hugsað sær at hildið fram.

Teir flestu spælararnir úr Vestmanna, sum farna árið hava umboðað onnur feløg, verða aftur at síggja í gulum og bláum komandi kappingarár, sambært Inga Olsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. mai
Uttandura guðstænasta
157637
Sunnudag 28. mai
Andakt við Anne Mette Greve Klemensen
157624
Sunnudag 28. mai
Guðstænasta úr kirkjuni á Kirkju
157622
Fríggjadag 26. mai
Veðrið
157582