Fleiri nýggir føroyameistarar í inniróðri

14.03.2022 - 20:27
ÍtrótturKappróður
Fleiri nýggir føroyameistarar í inniróðri
Stórur spenningur var í opna bólkinum hjá monnum, har Jógvan S. Højgaard í Klaksvíkar Róðrarfelag og Heri Klein Olsen úr Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag kappaðust um FM

Nógvir nýggir føroyameistarar vórðu funnir, tá FM í inniróðri var í skúlanum við Streymin um vikuskiftið. 

Stórur spenningur var í opna bólkinum hjá monnum, har Jógvan Steingrímur Højgaard úr Klaksvíkar Róðrarfelag vann í harðari kapping við Hera Klein Olsen úr Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. 

Róðurin var sera spennandi, og tá í avtornaði var bert eitt gott sekund á muni. Jógvan Steingrímur Højgaard róði teir 2000 metrarnar upp á 06.06.3, og Heri Klein Olsen kom á mál við tíðini 06.06.5. 

Kristina Roest og Vár Guriardóttir Hansen sannførandi hjá kvinnum

Vár Guriardóttir Hansen úr Argja Róðrarfelag, sum er heimsmeistari á 500 metra teininum, hevði ongantíð vunnið FM-heitið á 2000 metrum undan kappingini um vikuskiftið, men tað broytti hon upp á leygardagin.

Hon vann sannførandi í U23-flokkinum, 23 sekund frammanfyri Sáru Dahl, sum fekk silvurið.

Í opna bólkinum við kvinnum vann Kristina Roest úr Frobiar Sóknar Róðrarfelag sítt fyrsta FM-heitið við tíðini 07.24.6.

Olgar Fuglø úr Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag vann FM í U23-flokkinum við tíðini 06.17.9 - ein sera góð tíð - frammanfyri Hákun Poulsen úr Havnar Róðrarfelag.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491