VIDEO: Satt fótbóltsdrama við Løkin

30.11.2021 - 03:59
ÍtrótturFótbóltur
VIDEO: Satt fótbóltsdrama við Løkin
Her er ein samandráttur av seinnu hálvfinaluni millum NSÍ og HB, ið gjørdist eitt satt fótbóltsdrama við øllum hugsandi snaringunum

Sjáldan er størri drama verið at sæð á einum føroyskum fótbóltsvølli, sum seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB við Løkin í gjárkvøldið. 

Fyrra hálvfinalan á Tórsvølli endaði við 2-2, eftir at NSÍ hevði verið á odda við tveimum málum í hálvleikinum. 

Tá HB tíðliga legði seg á odda 2-0 við Løkin, mundu tey flestu vænta, at dysturin varð avgjørdur. 

Men runavíkingar vildu tað øðrvísi, og áskoðararnir við Løkin fingu ein av minniligastu steypadystum, ið er sæddur á einum føroyskum fótbóltsvølli, hetta rákalda vetrarkvøld.

 

NSÍ - HB 2-2 (0-2)
1-0 Hilmar Leon Jakobsen (3.)
2-0 Bartal Wardum (15.)
2-1 Klæmint Andrasson Olsen (33.)
2-2 Búi Egilsson (79.)

(Samanlagt 4-4)

Brotssparkskapping:
3-2 Áki Samuelsen
3-3 Klæmint Andrasson Olsen
3-4 Hørður Askham
X Teitur Gestsson bjargar royndini frá Rógva Egilstoft
3-5 Pætur Petersen
4-5 Jacob Trenskow
4-6 Hilmar Leon Jakobsen
5-6 Búi Egilsson
X Tórður Thomsen bjargar brotssparkinum hjá Teituri Matras Gestsson
6-6 Tróndur Jensen
X Tórður Thomsen bjargar brotssparkinum hjá René Shaki Joensen
X Teitur Gestsson bjargar brotssparkinum hjá Jákupi Jakobsen
6-7 Bartal Wardum
7-7 Oddur Árnason Højgaard
7-8 Heri Hjalt Mohr
8-8 Pætur Hentze
X Tórður Thomsen bjargar brotssparkinum hjá Michal Przybylski
9-8 Sølvi Sigvardsen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. apríl
Plátupanelið #008 (2003)
155028
Leygardag 1. apríl
Martin Mouritsen er gestur í Brunsj
155026
Leygardag 1. apríl
Jambalaja 010423
155025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mars
Veðrið
155005
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636