Pingel: spældi við skaða og avgjørdi dystin

29.11.2021 - 20:33
ÍtrótturFótbóltur
Pingel: spældi við skaða og avgjørdi dystin
Sebastian Pingel var stóri spælarin hjá B36 ímóti Víkingi, har spældi við skaða og skeyt tvey mál. - hetta merkir nógv, segði Pingel, sum var týðiliga rørdur eftir dystin

Sebastian Pingel varð stóra hetjan hjá B36, sum í kvøld spældi seg í finaluna í kappgingini um Løgmanssteypið. 

Framherjin legði B36 framum 1-0 longu í sjeynda minutti, tá hann stútaði eitt hornaspark í netið, og tá bert átta minuttir vóru eftir at spæla, skoraði hann málið til 3-0, sum tryggjaði B36 plássið í finaluni um eina viku.

Hann varð skiftur út beint fyri leiklok, og eftir dystin avdúkaði hann, at hann var skaddur og hevði ikki vant síðstu fýra vikurnar.

 - Hetta var alt, sum vit droymdu um, serliga tí okkara kappingarár hevur verið so misjavnt, segði Sebastian Pingel eftir dystin.

Danski framherjin hevur spælt í Føroyum seinastu seks árini - trý kappingarár við HB og trý við B36 - men nú er ætlanin at fara aftur til Danmarkar. Tí hevði sigurin serliga stóran týdning fyri stríðsmannin í B36-álopinum. 

 - Hetta merkir nógv fyri meg, og eg verið eitt sindur keddur nú. Eg havi búð her síðstu seks árini, og havi elskað at umboða bæði HB og B36. Føroyar hava havt serliga ávirkan á meg, segði Sebastian Pingel, sum var týðiliga rørdur.

Hann legði afturat, at hann ynskti sær HB í finaluni, men tað ynskið fekk hann ikki uppfylt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750