- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar fráboðanir - men einki mál reist
29.11.2021 - 19:38
Aktuelt›Samfelag
Nógvar fráboðanir - men einki mál reist
Hvítvasking fyllir nógv í føroysku peningastovnunum, sum senda danska bakmanspolitinum fráboðanir í hópatali um illgrunasom pengamynstur.
Peningastovnarnir fáa tó einki at vita um, hvat meira hendir við fráboðanunum.
Í fjør fóru fleiri enn 300 fráboðanir avstað. 14 endaðu aftur hjá ákæruvaldinum, men einki mál varð reist.
Kongoránið á Christiansborg
Málið um sokallaða "Kongoránið" verður nú tikið upp í fólkatinginum.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur biðið donsku stjórnina greiða frá, hvussu mál eru fráboðað danska bakmanspolitinum.
Fólkatingslimurin vil eisini vita, hvussu nógvar ákærur eru reistar, og um nøkur mál er fyrnað.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV