- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin í Sumba fegnast um tunnilsljós
Borgarstjórin í Sumba fegnast um tunnilsljós
Tað bøtur munandi um trygdina, at ljós nú er í Sumbiartunnlinum. Tað heldur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri
29.09.2018 - 22:00
Fyribils lýsir triðja hvørt ljós í Sumbiartunnlinum, men næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir í tunlinum. Samlaði kostnaðurin er umleið 10,5 milliónir krónur, tá alt er liðugt.
Borgarstjórin í Sumba, Eyðbjørn Thomsen, vónar, at pengarnir verða játtaðir skjótt, so arbeiðið verður gjørt skjótt liðugt, tí ábøturnar eru neyðugar fyri trygdina.
Men Sumbiartunnilin er bara ein av fleiri eldri tunnlum, sum hevur ábøtur fyri neyðuni, ásannar Armgarð Steinhólm, deildarleiðari í Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV