- Trúgvandi fingu ein boomerang í høvdið

- Trúgvandi fingu ein boomerang í høvdið
Tað heldur Tummas Jacobsen, samkomuleiðari í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn og sipar til orrustuna um grein 266b í revsilógini
19.04.2018 - 15:35

Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld, og hesa ferð varpar sendingin ljós á gudloysi og gudstrúgv eitt nú í mun til lógirnar í landinum. 

Tummas Jacobsen, samkomuleiðari í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn, heldur, at trúgvandi fingu ein boomerang í høvdið. Hann sipar til politisku orrustuna um grein 266b í revsilógini, sum var í hæddini frá 2005 til 2008.

Kjakið snúði seg um, hvørt orðingin ”kynslig orientering” skal hava innivist í hesi lógargreinini, sum ásetur nøkur mørk fyri, hvat ein kann siga alment um minnilutar.

Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld klokkan 19.20. Sí brot úr sendingini omanfyri.

Tú kanst eisini síggja sendingina her á heimasíðuni, tú finnur hana her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076