Gylta gullið (5:5)

bannari
21.04.2014 - 21:00
Annað
Gylta gullið (5:5)
Føroysk sending

Hesin partur er millum annað um, tá tiltikni skipapakkin hjá Atla Dam, sála, kemur og hópin av dýrum, stórum og nýmótans skipum verða smíðað – ikki minst til uppisjóvarvinnuna.

Vit eru úti á fiskifeltinum við Finnur Fría í august 2013 við Arna Hansen sum skipara. Hann greiðir frá, hvussu fiskurin ferðast og søgulig rætt føroyinga. Hann saman við Tummas Thomsen og 14 øðrum vóru parteigarar á fyrsta Tróndur í Gøtu. Hann kom í 1987 sum partur av skipapakkanum.

Longu í 1990 vóru teir við at missa alt –- bæði skip og hús. Stutt áðrenn Atli Dam, sáli doyði, hevði Zacharias Hammer eina langa samrøðu við Atla, um tiltikna skipapakkan. Skipapakkin legði lunnar undir stóru og góðu uppisjóvarskipini vit hava í dag.

Nøkur søgulig og rørandi brót við Atla, sum ongantíð eru víst fyrr. Vit vitja eisini Vónina í Fuglafirði og hoyra um trol- og nótaframleisluna síðani 1971. Lagt til rættis: Zacharias Hammer

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470
Týsdag 21. mars
Vísindavøka 2022
154454
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340