- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Í morgin skal tað verða«
Kravt verður ikki av búfólkunum, at tey eru rúsfrí, men ætlanin er, at Grønalíð skal geva teimum høvi til at fáa so mikið skil á lívinum, at tað kanska ber til at sleppa burturúr misnýtlsuni. Tørvurin á einum tílíkum heimi hevur verið stórur, tí tað eru eini 35 fólk heimleys í Føroyum.
Í Grønulíð 3 er bert pláss fyri sjey. Heimið verður fíggjað av Bláa Krossi og av tí almenna. Búfólkini fáa eftirløn, og tá hon verður útgoldin, eru húsaleigan og maturin goldin. Sendingin snýr seg um tríggjar av monnunum, sum búgva í Grønulíð 3.
Vit fylgja teimum í nakrar dagar og fáa eitt innlit í teirra lív, hvørjar dreymar hava teir og hvussu lagar lívið seg, tá tú livir á eggini. Tá er lívið ofta meira ein spurningur um at yvirliva, enn at liva. Lagt til rættis: Eir í Ólavsstovu.
Tak niður