Tema: Føroyar og 3. heimurin (2:2)

bannari
16.04.2009 - 17:29
Annað
Tema: Føroyar og 3. heimurin (2:2)
Kringvarpið hevur sett ljóskastaran á Afrika og á teir risastóru trupulleikar, flestu londini í Afrika hava at stríðast við. Vit viðgera avbjóðingar

Kvøldið er sett saman av sendingum, innsløgum og práti í studio. Umframt útlendskt tilfar hava vit eisini nógv spennandi tilfar, sum vit sjálvi hava gjørt. Í studio práta vit við føroyingar, sum hava tikið lut í menningararbeiði í 3. Heiminum.

Vit tosa við føroyingar sum hava arbeitt sum sjálvboðin og eisini við fólk, sum hava arbeitt fyri stórar altjóða felagsskapir til dømis Danida. Vit varpa ljós á menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri, saman við ABC barnahjálpini, hevur veitt til skúlaverkætlanina í Monrovia, Liberia.

Kringvarpið var við, tá fólk frá Uttanríkisráðnum var á eftirlitsvitjan í Liberia fyri at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at byggja ein skúla og fyri at vita, um peningurn verður nýttur eftir ætlan. Í sendingini hitta vit eisini eitt av børnunum, sum fer at ganga á føroyska skúlanum í Liberia, tá hann er liðugur.

Vit hava eisini verið í Ghana, har føroyskur peningur er latin í menningarhjálp. Í sendingini er eitt dupultportrett av einari 10 ára gamlari gentu í Ghana og einari javngamlari føroyskari gentu. Vit fylgja gentunum báðum ein púra vanligan gerandisdag og vísa, hvussu ymiskar lívsfortreytir genturnar hava.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491