Myndareportasja: Einki annað val enn nýval

bannari
09.11.2022 - 22:00
Myndareportasja: Einki annað val enn nýval
Tosað bleiv nógv í telefon í dag, tá ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, brádliga einki annað val hevði enn at útskriva nýval
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, gekk nógvar metrar við fartelefonini í løgtinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Seinnapartin bað Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, um at fáa orðið í løgtinginum til eina serliga fráboðan. 

Klokkan 14.50 trein Bárður á Steig Nielsen upp á løgtingsins røðarapall.  

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Nýval hekk í luftini longu frá morgunstundini bæði uttan fyri og innan fyri løgtingið.

Fartelefonin hjá løgmanni bleiv dúgliga brúkt, frá tí hann trein inn í løgtingið, og til hann um trý tíðina hevði skrivað út nýval at verða hósdagin 8. desember. 

Eyðsæð var, at løgmaður vildi tryggja sær, at allir politiskir møguleikar vóru troyttir, og allar tær røttu mannagongdirnar í stýrisskipanini vóru fylgdar, áðrenn fráboðanin um nýval skuldi gevast.

Politiska telvingin er langt síðani byrjað í gongini í løgtinginum. Eitt samstarv millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tykist ein nærliggjandi møguleiki eftir valið 8. desember, halda eygleiðarar. 

'The Comeback King'. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum fekk eitt flott fólkatingsvali við 776 persónligum atkvøðum, sum er hansara besta persónliga val nakrantíð. Johan Dahl fekk einanst 276 atkvøður til seinasta løgtingsval og fekk klórað seg til sjeynda og síðsta løgtingssessin hjá flokkinum við 11 fleiri atkvøðum enn Jaspur Langgaard. 

Jørgen Niclasen tykist á veg úr kuldanum og inn aftur í hitan. Fyrrverandi formaðurin í Fólkaflokkinum hevði eitt gott fólkatingsval, hóast Fólkaflokkurin stóð seg sera illa. 

Fetini hjá Bárði á Steig Nielsen tóktust løtt og málrættað fram móti løgtingssalinum, har hann skuldi skriva út nýval. 

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin hava allar orsøkir til at vilja hava løgtingsval nú, tí flokkurin stóð seg sera væl til fólkatingsvalið. 

Bill Justinussen tykist skula berjast eitt sindur fyri at sleppa inn um hurðina í løgtingssalinum. Bill Justinussen endaði aftast av valevnunum hjá Miðflokkinum til fólkatingsvalið - væl aftan fyri Steffan Klein Poulsen. Seinastu valskeiðini hevur Miðflokkurin bara havt tveir tingsessir.

So er løtan komin. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur biðið um orðið. 

So vendist ikki aftur. 

Og so er tað úti av hondunum hjá Bárði á Steig Nielsen. Nýval verður hósdagin, 8. desember. 

Einki er sum fyrstu ferð, verður sagt. Hetta er fyrstu ferð, at Bárður á Steig Nielsen skuldi boða frá nývali frá løgtingsins røðarapalli. 

Miðflokkurin stóð seg so mikið væl til fólkatingsvalið, at roknað verður við, at flokkurin kann fáa tríggjar løgtingslimir valdar, eins og flokkurin fekk til løgtingsvalið í 2008.  

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, takkar Jógvani á Lakjuni fyri hansara tíð sum løgtingsformaður.  

Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, sum í sínum leikluti sum frákoyrdur landsstýrismaður er upphavið til nývalið, tømir skuffuna við sín fyrrverandi landsstýrissess. 

Miðflokkurin fekk veruliga sett nógv av sínum kjarnumálum, eitt nú fosturtøku, á breddan undir fólkatingsvalinum. Hetta halda eygleiðarar hevur givið formanninum í flokkinum áræði til at seta hart móti hørðum í sambandi við málið um at skráseta viðurskifti millum sammóður og barn í kirkjubókunum

Nýggja stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum, Árni Skaale, ið er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal nú gera seg tilreiðar til sítt fyrsta løgtingsval. 

"Sagað er sagað," er kent orðafelli, og tað tykist eisini vera huglagið á gongini í løgtinginum, tá ið nývalið er útskrivað. 

So eru valstríðið, skuggaspælið og politiska telvingin um at sleppa fram at valdinum eftir løgtingsvalið hósdagin 8. desember byrjað.  

Gott valstríð.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286