- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist
Meg minnist - Petur Simonsen (4:5)
08-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson.
Kvinnurnar spældu eisini fótbólt í ÍF. Tær vóru føroyameistarar í 1991. Petur Simonsen hevur verið venjari í fótbólti. Eitt skifti var hann hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum Alan Simonsen. Eitt annað skifti var Petur Simonsen tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023