- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist
Karin og Árni Brattaberg komu aftur til Føroya úr Voss í Noregi til jólar í 1966.. Við sær høvdu tey sonin Rúna. Búsettust fyrst í Havn. Fluttu seinni til Vágs. Árni fekst við jørð og betong og byggiar-beiði eins og bóndaarbeiði í Fámará. Karin fór at arbeiða við ull. Byrjaði í nítiárunum, tá alt steðg-aði upp. Sum fráleið fekst ein verulig vinna burturúr, ið eisini fevndi um virkir í øðrum londum. Sirri var heitið á fyritøkuni. Hon er til enn. Nógvar seymikonur í Føroyum og útlondum hava arbeitt fyri tey og gjørt troyggjur og annað, sum var bundið við maskin. En litavsk genta, sum kom sum hondbóltsspælari til Vágs, arbeiddi hjá teimum. Hon yvirtekur nú virkið í Litava.