- Tíðindi, mentan og ítróttur
Asia
Enn er ikki greitt, hví tyrlan datt niður. Sambært einum ukrainskum miðli er fíggjarstjórin í russiska fótbóltssambandinum ein av teimum deyðu
Fumio Kishida boðaði í morgun frá, at hann fer frá sum formaður fyri liberala demokratiska LDP-flokkin í september og harvið eisini úr starvinum sum forsætisráðharri
Tá keypsskálin í Tokio lat aftur í dag, var Nikkei-225 indeksið hækkað 10,2 prosent
Tá keypsskálin í Tokio lat aftur, var japanska Nikkei-225 indeksið fallið heili 12,4 prosent. Sambært tíðindastovuni AP er tað størsta fallið síðani 1987
Farnu 15 árini eru fleiri japanarar jarðaðir enn føddir. Og í ár setur árliga minkingin í fólkatalinum met
Fakfelagið hjá starvsfólkum, sum arbeiða í tøkniframleiðsluni hjá Samsung í Suðurkorea, lýsti mánadagin verkfall.
Nývaldi iranski forsetin vil hava betri viðurskifti við vesturheimin - men politiska valdið hjá forsetanum er avmarkað
Norðurkorea kallar nú hernaðarliga samstarvið millum Suðurkorea, Japan og USA fyri asiatisku útgávuna av NATO
Landalingin hjá felagnum Nordic Aqua í Kina, sum føroyingurin Ragnar Joensen stendur á odda fyri, stóð royndina væl og virðiliga, nú tey hava havt fyrstu tøkuna