Í MÆLT hesuferð eru gestirnir Jón Bjarnason, svimjivenjari, og Edward Fuglø, listamaður. Tónleikapartinum stendur Guðrið Hansdóttir fyri, og so eru tveir ølsmakkarar í sjónvarpsstovuni og royna nýggju sterku sløgini av øli hjá Okkara og Føroya Bjór. Matpartinum standa Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen fyri - á matskránni hesuferð er høsnakjøtsuppa, og uppskriftina sært tú her.
Hvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet.
Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi.