- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Í dag er føroyskur Móðurmálsdagur, og í dag hava Føroyar fingið eina Stavsetingarorðabók, sum er at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Størsti parturin av sendingini fer til at tosa um Stavsetingarorðabókina.
Fleiri móðurmálsdagar
Fyrstu ferð, Móðurmálsdagurin varð hildin, var í 2019, sum var 200 ára føðingardagurin hjá V.U.Hammershaimb, og tí varð eisini dagurin 25. mars valdur til móðurmálsdag í Føroyum.
Vit hava okkara móðurmálsdag ein annan dag enn restin av heiminum.
Altjóða móðurmálsdagin setti ST-stovnurin UNESCO at vera tann 21. februar, og dagurin hevur verið hildin síðani ár 2000, meðan ES hevur máldagin 26. september.
Dagurin var ikki hildin í Føroyum fyrst í hesi øldini, og tá ið vit fingu okkum ein móðurmálsdag, so valdu vit okkara egna, 25. mars.