- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Í dagsins Málteigi tosa vit um orðasmíð. Hetta evnið er so mikið stórt, at vit fara at viðgera tað í fleiri sendingum.
Hesa ferð tosa vit um reglurnar, tá ið navnorð verða gjørd til sagnorð, og í tí sambandinum tosa vit millum annað um, hví danska orðið omsorgssvigt ikki kann eita umsorganarsvik ella umsorganarsvíkur á føroyskum.
Ongar avgjørdar reglur eru um orðasmíð, men vit hava ymsar siðvenjur, nakrar mátar, sum hava verið nýttir í øldir og framvegis kunnu nýtast.
Tað eru heilt nógvir mátar, sum ymisk orð kunnu hava somu rót, ella hvussu nýggj orð verða til úr øðrum orðum. Lurtarin nevnir dømini at hoppa - eitt hopp og at nokta - ein noktan.
- Hartil er at siga, at tað fyrra er gamal og heilt vanligur máti at fáa sagnorð og navnorð burtur úr somu rót, greiðir lurtarin frá.
Dømi.
Hvørkikyn: at hvína - eitt hvin, at skjóta - eitt skot, at kóka - eitt kók, at skriva - eitt skriv.
Kallkyn: at lesa - ein lestur, at bíta - ein biti, at stinga - ein stingur, at drekka - ein drykkur, at syngja - ein sangur.
Kvennkyn: at ganga - ein gonga, at koma - ein koma, at sita - ein seta, at fara - ein ferð.
- Í hesum dømunum er navnorðið tó rættiliga leyst av sagnorðinum, leggur Elin Henriksen afturat.
Professarin og orðini
Ein tann virknasti orðasmiðurin í nýggjari tíð er Jóan Hendrik Winther Poulsen, sáli.
Hann hevur sjálvur skrivað fleiri greinir um orðasmíð, harav fleiri eru prentaðar í bókini Mál og Mæti (2004), har hann eisini vísir til Christian Matras sum ein sera virknan orðasmið. JHWP hevur smíðað fleiri hundrað orð, harav summi eru so inngrógvin í málið, at vit als ikki hugsa um tey sum nýggjyrði; summi eru ókendari, men verða nýtt viðhvørt, og summi festu ongantíð røtur.
Dømi um orð, sum eru vorðin heilt vanlig:
almannastova, átak, bingja, burðardyggur, at dagføra, evstamark, farstøð, fartelefon, flogbóltur, framskák, gegnigur og ógegnigur, gosbað, hugburður, inntriv, kringvarp, kunningartøkni (kt), eitt leinki, lagatyssi, millumsending, pallborð, súrrómi, talgildur, telda, teldusníkur, tilbúgving, tekstvarp, tilfeingi, tvíflís, umlætting, viðfesti, vistfrøði.
Dømi um orð, ið nógv fólk nýta, men sum ikki eru líka vanlig:
ambætari, arvmentir, brimfjøl, bulald, dregil, endurbúgving, fitijavna, framskák, fimisrokning og greiðslurokning, greiðtóni, grindil, kvikil, mandlurís, móðurmjólkarlíki, rennifjøl, sniðhús, upprit.
Dømi um orð, sum ikki hava fest røtur:
bleðil, broddkál, brytil, dvalarviki, firring, føtil, geril, glit-øgn, heimskringing, hitil, irskrari, í-stunga, játin og neitin, kavnagli, kjørklingra, netjaður, pípil, ravindi, skyndil, tólíki, trind, útmylkja, at vera innvørgur ella útvørgur.
Skimma og umgjørd sernøvn
Vit tosa eisini um, hvussu tað ber til at vit kunnu skimma ein tekst, tá ið orðið at skimma, sambært Móðurmálsorðabókini, merkir at vaska.
Tá ið vit skriva Setrið, Fróðskaparsetrið og Fróðskaparsetur Føroya er so talan um trý ymisk sernøvn, og skulu øll skrivast við stórum?
Og hvussu so við stovnsnøvnum sum Fasti Gerðarrætturin, Kringvarp Føroya og Føroya Løgting? Hvussu eiga vit at skriva, tá ið vit gera hesi nøvnini um til gerðarætturin/Gerðarætturin, kringvarpið/Kringvarpið og løgtingið/Løgtingið.