- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Nú skulu fólk venja seg við at siga Fríðrikur kongur, Mary drotning og Christian krúnprinsur.
Fleiri lurtarar spyrja, hví kong Frederik verður til Fríðrik kong á føroyskum.
- Fríðrikur er elligamalt, greiðir Elin Henriksen frá og vísir á, at tað eisini kann hava nakað við tign at gera.
Ofta ella oftani
Hvat er merkingarligi munurin á 'ofta' og 'oftani' ella 'illa' og 'illani', og hví brúka summi fólk orð sum 'oftani', 'barastani', 'púrastani' o.s.fr?
Tá ið orð frá -ni ella -ani aftur at sær, er talan um eftirfesti, og onkuntíð hava hesi ein styrkjandi virknað, greiðir Elin Henriksen frá.
Og tað er hetta dømi um.
Framtøkumegi og fyndugt
Rendi meg í orðið, framtøkumegi, hjá einum motori nú ein dagin, og eg kendist ikki við tað.
Út frá samanhanginum las eg meg til, at hetta helst man merkja framdrift av onkrum slagi, og eg fór at grunda um, vit nú ikki sleppa at brúka orðið, framdrift, longur.
Elin Henriksen vísir á, at tað ber til at leita í frágreiðing á Sprotanum, og har sæst, at framtøkumegi á donskum eitur fremsdrivningseffekt, og á týskum Vorwärtskraft.
Og so viðgera vit eisini orðið, fyndigur, sum lurtari vil hava okkum at greiða frá.