Málteigurin

Bein klokka er vorðin røtt
08-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07

Mamma segði, at klokkan nú var bein, so sigi eg, at hon er røtt. Og so kom kjakið, kann mann siga, at klokkan er bein?

- Tað var heilt vanligt fyrr at siga ‘beint’ um tað, sum nú er ‘rætt’. Tú kundi rokna beint, øll roknistykkini vóru bein, t.e. røtt, greiðir Elin Henriksen frá.

Klokkan gongur beint, ella hon kann ganga skeivt.

Beinur er andnevni til skeivur, bæði í beinleiðis og fluttari merking.


Ein søga frá krígnum:
Tá ið ensku hermenninir komu til bygdina, var farið undir at læra børnini enskt í skúlanum - tað var annars ikki vanligt tá. Børnini vildu fegin samskifta við hermenninar, hóast tey ikki dugdu so væl, og eingin hevði ávarað um, at orð kundu hava ymsar merkingar.


Mamma fylgdist við nøkrum øðrum gentum um 12-14 ára aldur. Tær møttu nøkrum hermonnum, sum spyrja, hvat klokkan er. Ein genta svarar: “Leg clock is four.”

Hon hevð lært, at ‘bein’ eitur ‘leg’ á enskum, og klokkan hjá henni var bein.

 

Koma er ikki framtíð

At koma hevur trokað at fara burtur, og vit brúka oftari kemur ella vil, tá ið vit saktans kundu havt sagt fer ella fara.

Okkurt kemur at hava ávirkan ístaðin fyri fer at ávirka.

Tað vil hava við sær heldur enn fer at hava við sær. 

Hava vit eitt føroyskt orð fyri avhengigheit ella er avhengigheit føroyskt?

Og hvaðani kemur orðið, saksalopin, og hvat merkir tað?

 

Onnur evni

Umframt hesi evni tosa vit eisini um hvat kyn vín er, um Gunda, sum er fremri liður í staðarnøvnum, um hjáorðið enn, um saksalopin og orðið, feril.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Um føroyskum máli skal vera lív lagað, ræður fyrst og fremst um at vera góður við tað. Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir taka samanum í seinasta Málteiginum
29-04-2024
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024