- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Sum útlendingur royni eg at brúka tað føroyska málið og tosa, sum fólk vanliga tosa. Eg havi lagt merki til, at nógv brúka 'tá' og 'tá ið' uttan at skilja ímillum.
Eg havi lært, at tað gamla er at brúka 'tá ið'. Men hvat halda tit ... Ger tað mun, um eg sigi 'tá ið' ella bara 'tá'?
- Vit nýta orðið tá, tá ið vit vísa til okkurt, sum hendir ella hendi í einari ávísari tíð, greiðir Elin Henriksen frá.
Dømi:(Vit hugsa um seinasta aldarskifti):
- Tá búðu umleið 45.000 fólk í Føroyum.
- Tá vóru nógv fólk flutt av landinum.
- Fólkatalið var tá ikki av álvara farið at vaksa aftur.
- Nógvir føroyingar búðu uttanlands tá.
Dømi um nútíð:
- Nú er veturin komin.
- Tá er gott at vera væl skøddur.
Dømi um framtíð:
- Nú nærkast jólini.
- Tá fara vit at vitja skyldfólk.
Vit nýta orðið 'tá ið' at binda saman ein høvuðssetning og ein eykasetning.
Høvuðssetningurin kann standa einsamallur:
'Ofta er øgiliga hált.'
Og so legst eykasetningurin aftrat, og hann kann ikki standa einsamallur:
'tá ið tað frystir?'.
Eykasetningurin kann eisini standa frammanfyri:
'Tá ið tað frystir, er ofta øgiliga hált.' (og tá fær høvuðssetningurin øvut orðarað).
Nøkur dømi aftrat: 'Tá ið vit vóru børn, tá spældu vit ofta úti.'
Tann fyrri setningurin kann ikki standa einsamallur:
'tá ið vit vóru børn'.
Tann seinni kann standa einsamallur:
'Tá spældu vit ofta úti'.
Larmandi tøgn og ítrótt/ur
Lurtari spyr, hví vit siga larmandi tøgn og ein annar vil vita, um tað eitur ítróttur ella ítrótt. Er talan um kall- ella kvennkynsorð.
Umframt hetta umrøða vit eisini orðini kykur, loypur og loypir og góðasti, eins og vit eisini umrøða ítøkiligan spurning um, hvussu ættin sunnan skal bendast.