- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Eitt er at leggja hond á ein og eitt annað at leggja hondina á ein. Men hvat er munurin á hesum báðum?
Um tað fyrra verður brúkt, er ofta talan um harðskap, meðan tað seinna bara merkir, at viðkomandi bara leggur hondina vanliga á eitt annað fólk, ofta á høvdið ella herðarnar.
- Tað ber tó til at nýta 'hond' óbundið, tá ið vit tilskila, hvør eigur hondina: 'Hann legði hond sína á gentuna' er tað sama sum 'Hann legði hondina á gentuna', og at 'fáa prestsins hond á høvdið' er væl kent um at verða konfirmeraður, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Lýsa frið og fleiri fríggjadagar
Lurtari spyr, um ein og hvør kann lýsa frið yvir minnið um ein, ið farin er, og ein annar spyr, hvat máliskan: at hava tveir/fleiri fríggjadagar í vikuni merkir.
Aðrir spurningar í dagsins sending eru, um mann kann siga at kóka niður, hvat orðið gavstrikkur, merkir og orðið, jerdið, sum sumbingur hevur sagt.