- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
- Tað er rættiliga nýkomið úr donskum at nýta orðini hækka og lækka í tíð og ótíð. Vit eru von at nýta orðini at vaksa og at minka, svarar Elin Henriksen, málkøn, lurtara, sum spyr, nær vit siga vit hækkar og lækkar ella veksur og minkar.
Elin Henriksen hevur eina henta tummilsreglu:
- Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar.
Kostnaðurin/ prísurin veksur ella minkar, hann hækkar og lækkar ikki. Tøl eru stór tøl og smá, og tey vaksa ella minka.
Vit kunnu hækka, tá ið vit gera eitthvørt hægri, og lækka, tá ið vit gera eitthvørt lægri: Lækka gáttina - gera hana lægri. Hækka gólvið - leggja á gólvið, so tað verður hægri.
Og hvussu við minni og færri? Nær siga vit hvat?
Elin Henriksen greiðir frá, at tað eitur meira og minni, fleiri og færri.
- Um tað kann teljast sum t.d. fólk og egg, siga vit fleiri og færri. Um tað ikki kann teljast sum t.d. vatn og máling, siga vit meira og minni, sigur hon í stuttum.
Fyrisetingar og hvønn- og hvørjumfall
Vit viðgera eisini nakrar fyrisetingar, sum stýra bæði hvønn- og hvørjumfalli.
Her er talan um nógvar fyrisetingar, og vit fara at taka nakrar fáar í senn. Tær, sum vit fara at viðgera í dag, eru tær, sum eru lættastar at fáa skil uppá: á, undir og yvir.
Triði-og annar
Áðrenn lurtaraspurningar úr sms-skipanini sleppa framat, viðgera vit eisini skyldskaparorðið triði-og annar.
Her er talan um skyldskaparorð: triði-og-annar.
Tá ið tú og eitt annað fólk eru triði-og-annar, so er annað tykkara systkinabarn mammu ella pápa hin, greiðir Elin Henriksen frá.