- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Tað rennur mær kalt niður eftir rygginum, ella tað rennur mær kalt niður eftir bakinum? Lurtari spyr, hvat er tað rættari at siga.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað gamla var, at bakið er uttaná, og ryggurin inni í, altso ryggjageislarnir.
- Tú kanst bera okkurt á bakinum, ikki á rygginum. Men kortini siga vit ryggsekkur - og bera hann á bakinum, sigur hon.
Kann orðið tíðliga bendast, spyr lurtari, sum greiðir frá, at tá ið tey gjørdu matpakkar eitt kvøldið og vóru tíðliga liðug, var sagt:
Hetta má vera tað 'tuljasta', vit nakrantíð hava avgreitt matpakkarnar.
Hví stavast orðini, gólv og mjólk, við ó, hóast tey verða úttalað við ø [gølv] og [mjølk]?
Umframt hesi evni tosa vit eisini um sagnorðið at kýta seg, um munin á oddanum og oddinum, um havnismur, um okur og um klokkan er 19 ella sjey á kvøldi.