Málteigurin

Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn
03-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum

Í Málteiginum hesa ferð eru ein røð av dømum um orð og orðingar til viðgerðar. Hetta er partur av sendingunum, ið eru um purismu.

Eitt orð, sum verður viðgjørt, er enska orðið 'baby', sum verður meira og meira brúkt.

Dømi: hon hevur 'baby' í búkinum.

 

Úr sms-skipanini hjá KVF

Ein beybi er kvennkyn. Beybian hjá tykkum er sooo ker. Eg vænti at okkara beybiur vera bestu vinmenn, tá ið tær vera stórar...

Eitur tað eitt baby ella ein baby, og stava vit tað beyby ella beybi?

Í sendingini kemur fram, at orðið verður umtalað sum øll trý kynini, og tí er púra ógreitt, hvussu tað skal bendast.

Tað merkir, at hetta enska orðið ikki so lætt at taka inn í málið og lata í føroyskan málbúna, og tí mælir Elin Henriksen, málkøn, til, at vit sleppa hesum orðinum.

 

Orð og orðingar

Umframt orðið, 'baby', eru onnur orð og orðingar, sum eru tikin inn í føroyskt upp á ymsar mátar, til viðgerðar.

Orðingar:
'At lata tey ungu væl í' við merkingini at brynja, 'at vera frammi í skónum' og 'tað fyrigongur'.

Orð:
Útfordring, quooker, skyndil, begynna, gjalda og betala, pimpaður, nominerað og Charles ella Karl kongur.

 

Talorð

Í fleiri sendingum hava vit umrøtt talorð, og í hesum sambandinum hevur Elin Henriksen víst á, at tíggjutalsskipanin er einfaldari enn tann, sum vit brúka nú, og at hon hevði kunnað lætt um hjá teimum børnum, ið hava ilt við at læra seg tøl.

Lurtari hevur vent sær til okkara um hetta og sent okkum grein í Miðnámsriti 9 um, hví børn í eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í vesturheiminum. 

Greinin kann lesast her

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023