- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Nær fara vit aftur at brúka fjøruti, fimmti og seksti fyri ikki at siga tvey hundrað og sjeytitrý?
Hetta spyr lurtari, sum við árunum er farin at halda tað vera púra logiskt at nevna tølini í røttu raðfylgju, og nógv lættari at læra børnini tey stóru tølini.
Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran og sigur, at tað hevði uttan iva verið øgiliga nógv lættari hjá børnum at lært at telja og at rokna, um vit søgdu talorðini, sum hóska til tíggjutalsskipanina heldur enn tjúgutalsskipanina.
Hon greiðir frá, at fimmti er fimm tíggjarar, og hálvtrýss er hálvatriðju ferðir tjúgu, seksti er seks tíggjarar, og trýss er tríggjar ferðir tjúgu (trý-sins-tjúgu), sjeyti er sjey ferðir tíggju, og hálvfjerðs er hálvafjórðu ferðir tjúgu.
Elin Henriksen leggur afturat, at í nýggjastu roknibókunum verður mælt til at siga fimti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og at nevna tølini í somu raðfylgju, sum tey verða skrivað: tvey hundrað og sjeytitrý.
Spontanitet og annarleiðis
Lurtari saknar eitt føroyskt orð fyri spontanitet og vil fegin brúka bráðlyntur ella bráðlyndi, men Sprotin sigur, at tað at vera bráðlyntur er at vera snarsintur.
Og vit tosa eisini um annarleiðis, ið lurtari heldur vera brúkt meira enn øðrvísí í miðstaðarøkinum.
Afturat/aftrat og rovnur
Hvat er tað rætta at skriva av hesum: aftrat-avtrat ella afturat, spyr lurtari, sum sjálvur mest brúkar aftrat, men sær, at øll vera brúkt.
Og í Suðuroy er orðið, rovnur, ikki óvanligt, men tað stendur ikki í móðurmálsorðabókini. Undir viðgerðini av orðinum eru fleiri boð frá lurtarum, sum siga seg kennast við hetta orðið.