- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Mín mamma, mín pápi, mín omma. Soleiðis siga børn. Kunnu tit senda eina heilsan út til øll, sum arbeiða við børnum um, at tað eitur mamma mín, pápi mín og omma mín.
Eg hoyri dagliga starvsfólkini siga tað sama.
Soleiðis skrivar lurtari til sendingina.
Elin Henriksen, málkøn, heldur tað kann sigast enn greiðari, tí tað er nóg mikið at siga bara "mamma", "pápi", "omma", "abbi", tá ið talan er um "mín".
Er tað onkur annar, sum sigur tað, so verður tað "mamma tín", "pápi tín" o.s.fr, sigur Elin Henriksen og staðfestir, at hetta uttan iva er ávirkan úr donskum og enskum.
So
Á enskum ber til at siga t.d. "I love you so", "I miss you so" o.s.fr. har orðið, so, onkursvegna leggur áherðslu á sagnorðið, og í sanginum "eg gleðist so hvørt jólakvøld", verður so brúkt upp á sama máta.
Men ber tað til at siga "eg elski teg so" ella "eg sakni teg so" uttan at seta nógv aftan fyri so?
Skerping
Hví eitur tað sjógvalari, men sjómaður, sjóverk og sjórænari?
- Tað, at orð við tvíljóði kunnu fáa -gv ella -ggj: sjó og sjógv, hoy og hoyggj, kallast skerping.
Í samansettum orðum er eingin skerping, tá ið tað seinna orðið byrjar við hjáljóði: sjómaður, hoykona.
Men tá ið tað seinna orðið byrjar við sjálvljóði ella h, er skerping: sjógvalari, sjógvhøna; hoyggjhús
Talorð og orðatøk
Mong søgdu herfyri, at løgtingsvalið var áttinda desember, og ikki áttanda. Og "14" eigur at verða framborið fjúrtandi - ikki fjúrtindi.
- Í framburði verður ofta ikki skilt ímillum i-ljóð og u-ljóð í endingum, men a-ljóðið eigur ikki at koma í bland við tey, sigur Elin Henriksen, sum sostatt gevur lurtaranum rætt í tí, sum viðkomandi sigur.
Orðatøkini í hesari sendingini eru:
Leikum fagurt á foldum, eingin tregur dansin undir moldum.
Og bert er bróðurleyst bak.