Málteigurin

Sigið mamma ella mamma mín - ikki mín mamma
09-01-2023
Fleiri og fleiri siga mín mamma, men tað eitur mamma mín - ella bara mamma

Mín mamma, mín pápi, mín omma. Soleiðis siga børn. Kunnu tit senda eina heilsan út til øll, sum arbeiða við børnum um, at tað eitur mamma mín, pápi mín og omma mín.

Eg hoyri dagliga starvsfólkini siga tað sama.

Soleiðis skrivar lurtari til sendingina.

Elin Henriksen, málkøn, heldur tað kann sigast enn greiðari, tí tað er nóg mikið at siga bara "mamma", "pápi", "omma", "abbi", tá ið talan er um "mín".

Er tað onkur annar, sum sigur tað, so verður tað "mamma tín", "pápi tín" o.s.fr, sigur Elin Henriksen og staðfestir, at hetta uttan iva er ávirkan úr donskum og enskum.

 

So

Á enskum ber til at siga t.d. "I love you so", "I miss you so" o.s.fr. har orðið, so, onkursvegna leggur áherðslu á sagnorðið, og í sanginum "eg gleðist so hvørt jólakvøld", verður so brúkt upp á sama máta.

Men ber tað til at siga "eg elski teg so" ella "eg sakni teg so" uttan at seta nógv aftan fyri so?

 

Skerping

Hví eitur tað sjógvalari, men sjómaður, sjóverk og sjórænari?

- Tað, at orð við tvíljóði kunnu fáa -gv ella -ggj: sjó og sjógv, hoy og hoyggj, kallast skerping.

Í samansettum orðum er eingin skerping, tá ið tað seinna orðið byrjar við hjáljóði: sjómaður, hoykona. 

Men tá ið tað seinna orðið byrjar við sjálvljóði ella h, er skerping: sjógvalari, sjógvhøna; hoyggjhús

 

Talorð og orðatøk

Mong søgdu herfyri, at løgtingsvalið var áttinda desember, og ikki áttanda. Og "14" eigur at verða framborið fjúrtandi - ikki fjúrtindi.

- Í framburði verður ofta ikki skilt ímillum i-ljóð og u-ljóð í endingum, men a-ljóðið eigur ikki at koma í bland við tey, sigur Elin Henriksen, sum sostatt gevur lurtaranum rætt í tí, sum viðkomandi sigur. 

Orðatøkini í hesari sendingini eru: 

Leikum fagurt á foldum, eingin tregur dansin undir moldum.

Og bert er bróðurleyst bak.

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023