- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Kvøldið áðrenn sendingina hava nógvir føroyingar uttaniva sitið nær at skerminum, tá Reiley, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, framførdi á Eurovision semi-finaluni fyri Danmark.
Nú Eurovision finalan verur leygarkvøldið 13. maj í Liverpool, við ongum Reiley, tosa vertirnir um farna umfarið. Eisini tosa teir við Mariannu Winter Nagata, um hvussu tað gongst hjá teimun mongu føroyingunum, sum spæla á tónlistatiltakinum ''The Great Escape'' í Brighton, hesa vikuna. Eisini er ein samrøða millum Reiley og Mariannu. Fríði Djuurhus, sum eisini er í Brighton, gjørdi eina samrøðu við Mikko Manninen frá Finland Music Export.
Sendingin er merkt av tekniskum feilum.
Sendingin byrjar mitt í Waterloo tí dreingirnir hildu teir vóru viktigari enn tíðindini, so ein lítil partur manglar.
Leo Lávík og Petur Sigurð í Króki hava lagt sendingina til rættis.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.