- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Samfelagið leggur ein stóran dent á vekt, fiti og heilsu, og hetta elvir til nógv kjak. Fólk eru nevniliga ósamd í hvussu nógv hetta ymiska er knýtt at hvørjum øðrum. Kann ein við ov høgum BMI vera sunnur?
Í Vetrarbiit hava vit í dag verið í Burn og spurt fólk hvat tey halda um fatshaming, ella fitiskomm, og fingu sera ymisk svar. Eisini hava vit verið í sjóvinnuhúsinum og tosa við sálarfrøðingin, Annika Helgadóttir Davidsen, ið tosar um hvussu sálarheilsan tekur skaða av at fólk liva í einum perfektionistiskum samfelagi, sum ávirkar okkara kropsmynd. Umframt hetta so hevur Anna Sofía Holm Skoradal, ið hevur havt ov høgt BMI alt sítt lív, verið í studionum við okkum og tosa um hvussu tað hevur ávirka hana.
Lagt til rættis hava Leo Lávík, Marianna Winter og Fríði Djurhuus.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.