Vetrarbiit

Drag queens og skotvápn
03-04-2023
P27
Í Tennessee hava tey valt at banna børnum frá dragframførslum, tí tey meta tað vera skaðiligt fyri tey. Men hvat er drag?

Drag ramførslur eru í nýggjari tíð vornar ein partur av poppmentanini kring heimin, men til hvørt rák kemur eitt mótrák. Eitt nú hevur man valt at hava eina lóggávu í Tennessee, ið sigur at drag framførslur skulu ganga fyri seg 1000 føtur frá børnum, og har eru fleiri lógaruppskot í viðgerð í USA, ið snúgva seg um at avmarka frælsi hjá LGBTQ+ samfelagnum.

Annika Dalsgaard er aftur í Vetrarbiit fyri fyrstufer síðani fyrsta partin, og hon greiðir frá hvat ein drag-queen er, og eisini hevur hon tosað við ein námsfrøðing um hvussu dragframførslur ávirka børn.

Tann fyrsta føroyska dragframførslan var framførd av Dennis Agerblad, ið ger drag á ein øðrvísi hátt, sum hann rópar fyri trash-drag. Hann býr niðri og hevur møtt mótstøðu frá tí siðbundna drag umhvørvinum, og hann greiður frá hvat drag framførslur hava gjørt fyri seg.

Sum áður nevnt, hevur mann í Tennessee valt at verja børn frá dragframførslum, samstundis sum man hevur gjørt vápnalógina meira lagaliga.

Ein av stovnarunum av LGBT Føroyar, Eiler Fagraklett, hugleiður um, hví mann fer so hart eftir drag framførslum. Drag er tó ikki bara mannfólk í femininum klæðum. Har er eisini eitt hugtak, sum eitur bio-queens, og tað eru kvinnur, sum framføra sum drag queens og trýsta femininitetin til tað ekstrema. Í Føroyum hava vit eina av hesum, og tað er Siri Súsonnudóttir Hansen, og í dag tosar hon um hvat tað inniber.

Annika Dalsgaard, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Fríði Djurhuus hava lagt til rættis.

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.

Fara ung á val í ár?
28-10-2022
Hesa ferð práta vit um siðvenjur, sum eru á miðnámi. Bæði tær stuttligu og minni stuttligu.
21-10-2022
Tann 10. oktobur var altjóða sálarheilsudagur. Sinnisbati hevur sett skúlaaftran á skránna, Fólkaheilsuráðið er aftur við "Virknum oktobur" og "Sært tú meg" er aftur á skránni
14-10-2022
Í oktobur varpa vit ljós á bróstkrabba um allan heimin, og tað gjørdu vit eisini í vetrarbiit.
07-10-2022
''Broytingin í føroyska matumhvørvinum er eksplosiv og púra undirmett í føroyska fólkaheilsuhøpinum'', soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur.
30-09-2022
Hvat er menstruatión? Hvat kann tú brúka, tá ið tú hevur menstruatión? Smittar menstruatión? Og kostar tað ov nógv at hava menstruatión?
23-09-2022
Í løtuni vera planir lagdar um, at millum annað hølini har venjingarmiðstøðin Tvørmegi heldur til skal rívast niður, og at stórt parkeringshús skal byggjast í býnum
16-09-2022
Í fyrstu sendingini av Vetrarbiit varpaðu vit ljós á næmingaráðsvalini á Glasi og Kambsdali. Vit skiftu orð við næmingaráðslimir, næmingaráðsvalevni og veljarar
09-09-2022
  •