Vágskálin

Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga
06-01-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Gula hurðin" eftir Jón Thorsteinsson

Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar.

Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið.

Foreldrini hjá Ingvari og systrini, Marjuni, skiltust fyri 20 árum síðan. Hetta merkir framvegis tey bæði. Foreldrini eita Luis og Vivia.

Sambandið millum Ingvar og Luis er ikki serliga gott, men teir royna at finna út av tí, serliga eftir at Luis er vorðin sjúkur.

Ingvar spældi í fleiri ár í tónleikabólki, sum hann er farin úr. Í tí sambandi hitti hann Jastrið. Tá hann flytur út frá henni, fer hann til Tummas, gamla trummusláaran.

Sanna Klein og Eilen Anthoniussen ummæla bókina. Eilen kallar bókina varna gerandisrealismu, tí høvundurin byggir ofta upp til brestir, sum ikki koma.

Sanna heldur, at lýsingin av Ingvari og Jastrið er heldur fitt, tí meira passión man vera millum so ung fólk.

Tær báðar halda, at bókin er væl skrivað, og at høvundurin dugir serliga væl at lýsa fløkt sambond millum fólk.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Á vágskálini hesaferð eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
03-12-2025
Til ummælis er skaldsøgan "Hevnd" eftir Petur Mohr Reinert. Ummælarar eru Malan Marnersdóttir og Sanna Klein
26-11-2025
Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað
19-11-2025
Til ummælis er bókin ?Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á? eftir Helga Rasmussen
12-11-2025
Vágskálin hesaferð snýr seg um søgubókina "Westward Ho" eftir Helga Jacobsen, journalist
29-10-2025
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hvør at tæna øðrum" um Føroya Keypssamtøku
10-10-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um skaldsøguna "1804" eftir Rúna Bjarkhamar. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð ummæla
01-10-2025
Til viðgerðar er stuttsøgusavnið "Gentan á barnaheiminum" eftir Birnu Breckmann, og vit eru til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku.
07-05-2025
Sámal Matras ummælir bókina "Heimsins nalvi" um føroyskan uttanríkispolitikk, og vit hoyra, hvørjir monologar vunnu virðislønir í sambandi við árligu skrivikappingina hjá Runa
30-04-2025
Í sendingini ummælir Ben Arabo bókina "Soldat", og Michael Koba ummælir nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð".
15-04-2025
Sendingin hesaferð umrøður havnarmannin, Bjørn Isholm, greinasavnið "Heimsins nalvi" og yrkingasavnið "Rák".
09-04-2025
Sendingin snýr seg um føroyskt í tí teirri talgildu verðini og ta ávirkan, sum vitlíki longu hevur á okkara gerandisdag.
01-04-2025