- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður. Kom lívið uttan úr rúmdini? Ella kom tað í á jørðini, og um so er, er tað so kanska íkomið fleiri ferðir? Tað vita vit ikki enn.
Greitt verður frá enska náttúrugranskaranum Darwin og ástøði hansara, sum hevur tolt tíðarinnar tonn. Sagt verður frá jarðfrøðisøguni og frá, hvussu lívmenningin á jørðini kann hava verið.
Jørðin varð til fyri 4,5 mia árum síðan. Tá var hon ein reyðgløðandi knøttur av flótandi metalum og gróti og hevði ikki fasta ýtu. So kólnaði jørðin, og ýtan stadnaði. Gosvirksemi gav jørðini lofthav og høv.
Í Grønlandi er funnið gamalt grót, sum helst er elsta fasta tilfarið, sum ber til at fáa hendur á á jørðini. 3760 millónir ára gamalt er tað. Grótið er myrkt á liti av kolevni, sum stavar frá verum, sum livdu í frumhavinum.
Vit hoyra um ógvisligar samanbrestir, sum hava oytt so siga alt lív á jørðini. Kortini hevur jarðarlívið spakuliga ment seg aftur, tá ein tíð er fráliðin. Seinasti stóri bresturin var fyri 65 mió. árum síðan, tá allir dinosauranir doyðu út og fleiri onnur sløg eisini. Hesin stóri meteoritturin datt niður í Yucatan í Meksikoflógva.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











