- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða. Serbin Milankovic greinaði, hvørjar stjørnufrøðiligu orsakirnar eru til ístíðir. Jørðin gongur um sólina í einari ellipsu, men ellipsan broytir skap. Fyrst er hon næstan cirkulrund, men verður so avlangari og nærkast so aftur sirkulrunda skapinum. Periodan í hesi broyting er knappliga 100.000 ár. Vit hoyra um Agassiz, Adhémar, Croll og at enda um Milankovic, sum mennir eitt ástøði til at gera forsagnir um veðurlagið á jørðini.
Milankovic gevur út úrslitið av arbeiði sínum viðvíkjandi natúrligum stjørnufrøðiligum ávirkanum á veðrið á jørðini, og øðrum himmalknøttum við. Hann staðfestir, at ikki bara broytingar í skapinum á ringrásini hava ávirkan á veðurlagið. Pólagongdin (precession) og broytt áshall (obliquity) gera eisini sítt. Milankovic roknar ymsu ávirkanirnar milliónir ár aftur í tíðina. Um nøkur tíggjutalstúsund ár kann aftur væntast ein ístíð á jørðini.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











