Rúmdin

Rúmdin - almenn stjørnufrøði (14:17)
30-04-2015
Í 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Um myrkt tilfar og um myrka orku.

Í hesum 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Fritz Zwicky var fyrstur at vísa á, at rúmdin hevur í sær tilfar, sum ikki sæst.

Verða ástøðini fyri alheimin borin saman við eygleiðingar, er úrslitið, at vanligt tilfar er 4,6% og 22,8% er myrkt tilfar - tað er tilfar, sum ikki sæst. Og restina, sum granskarar nevna myrka orku, sum heldur ikki sæst, vita vísindini enn lítið og einki um.

Granskarar eru tískil grammir at kanna hetta nærri, og við rúmdarførum hevur t.d. borið til at mált røntgengeisling í rúmdini.

Tað kom óvart á granskarar, tá Chandra rúmdarfarið hjá NASA máldi røntgengeisling úr tóma og myrka rúminum ímillum stjørnubreytirnar í stóra Abell 1689-bólkinum.

Fjarstøðurnar eru ørandi stórar, og hóast tað við nútíðar tøkni ber til at eygleiða fjarar himmalknøttir, eru teir so langt burtur, og ljósið hevur verið á veg so leingi, at tað er sum at hyggja langt aftur í tíðina.

Tí vit síggja bara fortíð, og tíðin er eitt tvørligt hugtak. Er til dømis tyngdarfeltið sterkt í einum øki, gongur tíðin eisini seinni. Hesar margháttligu eygleiðaratreytirnar verða umrøddar og somuleiðis truplu støddarviðurskiftini í rúmdini.

Okkara heimsmynd verður viðgjørd. Einaferð hildu fólk, at jørðin var heimsins miðdepil, men hon er bara sum lítið fon í endaleysu rúmdini. Vit royna at skilja støðu okkara í rúmdini, hóast nógv enn er eftir at kanna.

Okkara sól er ein av stjørnunum í vetrarbreytini. Og hon er ikki ein friðarlig stjørna. Á sólini henda so ógvislig gos, at vit illa kunnu ímynda okkum tey. Tíbetur eru vit uttarlaga í lofthavinum um sólina. Sólin hevur helst størri ávirkan á viðurskiftini her á jørðini, enn vit higartil hava gjørt okkum greitt. Vit hoyra um vetrarbreytina og aðrar breytir, bólkar av breytum og um stórbólkar av stjørnubreytarbólkum.

 

Rúmdin

Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.

Í 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Brádlig skifti hava ávirka ógvisliga, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so.
28-05-2015
Í 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður.
21-05-2015
Í 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða.
14-05-2015
Í 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Um myrkt tilfar og um myrka orku.
30-04-2015
Í 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Um tær fýra náttúrukreftirnar og um Higgs-partikulin.
23-04-2015
Í 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Um raketvísindamenninar Tsiolkovski og Goddard. Um V2-rakettina og um Sputnik. Og um baksýnisgeisling.
16-04-2015
Í 11. parti hoyra vit um Big-Bang-ástøðið, og um tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum vórðu ávístir í 1977.
02-04-2015
Í níggjunda parti hoyra vit um, nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.
19-03-2015
Í áttanda parti verður sagt frá, hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar.
12-03-2015
Hugt verður nærri at stórum samanbrestum. Og greitt verður frá muninum millum meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur.
05-03-2015
Í sætta parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna, Neptun. Eisini verður greitt frá nógvum av tí, sum vit síggja á himmalhválvinum.
26-02-2015