Rúmdin

Rúmdin - almenn stjørnufrøði (13:17)
23-04-2015
Í 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Um tær fýra náttúrukreftirnar og um Higgs-partikulin.

Í hesum 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Og at málingar verða gjørdar úr rúmdarførum. Ávíst verður, at úr allari rúmdini streymar ein fullkomiliga jøvn elligomul geislaleivd, sum seinni ger tað møguligt hjá granskarum at seta aldur á alheimin og eisini at meta um, hvussu stórur alheimurin er.

Víðari kanningar vístu ein flatan alheim, sum víðkast í allar ævir. Men granskarar og vísindafólk kanna áhaldandi øll sjónarmið og ástøði um, hvussu alheimurin veruliga er.

Vit hoyra um Guth og Linde og serliga inflatiónsástøði teirra, og hvussu ógvislig inflatiónstíðarbilið hevur verið. Og at tað kanska kann greina, hví alheimurin nú verður máldur at vera "flatur" ella "næstan flatur".

Vit hoyra um tær fýra náttúrukreftirnar: Sterku kjarnakraftina, veiku kjarnakraftina, elektromagnetisku kraftina og um tyngdarkraftina. Hesar hava allar sínar serstøku eginleikar, men hildið verður, at tær hava allar verið ein "frumkraft" tá Big-Bang var fyri 13,7 mia. árum síðan.

Tað, at Big-Bang ástøðið er frægasta ástøðið, granskarar higartil eru komnir fram til og ásamt um, merkir ikki, at heimurin er soleiðis í veruleikanum. Tí enn er nógv eftir at fáa skil á, eitt nú ymiskt, sum átti at verið til, men sum enn ikki er funnið. Eitt nú hesin serligi partikkulin, sum hevur givið øllum øðrum partiklum nøgd - er hann til ella ikki? Higgspartikkulin er nevndur eftir Peter Higgs, sum fyrstur kom við forsøgnini um hann. Hjá CERN í Sveis er bygd ein stór royndarstøð LHC (Large Hadron Collider), sum verður brúkt at kanna higgspartikkulin.

 

Rúmdin

Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.

Í 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Brádlig skifti hava ávirka ógvisliga, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so.
28-05-2015
Í 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður.
21-05-2015
Í 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða.
14-05-2015
Í 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Um myrkt tilfar og um myrka orku.
30-04-2015
Í 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Um tær fýra náttúrukreftirnar og um Higgs-partikulin.
23-04-2015
Í 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Um raketvísindamenninar Tsiolkovski og Goddard. Um V2-rakettina og um Sputnik. Og um baksýnisgeisling.
16-04-2015
Í 11. parti hoyra vit um Big-Bang-ástøðið, og um tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum vórðu ávístir í 1977.
02-04-2015
Í níggjunda parti hoyra vit um, nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.
19-03-2015
Í áttanda parti verður sagt frá, hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar.
12-03-2015
Hugt verður nærri at stórum samanbrestum. Og greitt verður frá muninum millum meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur.
05-03-2015
Í sætta parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna, Neptun. Eisini verður greitt frá nógvum av tí, sum vit síggja á himmalhválvinum.
26-02-2015