- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Søguliga hava einfaldar rakettir verið brúktar sum fýrverk og sum dvápn í fleiri hundrað ár. Kinesarar sendu eldørvar móti mongolum í 1200-árunum, og so við og við verða rakettir mentar til rættilig vápn.
Serliga tveir undangongumenn í nútíðar-rakettvísindum verða nevndir. Russarin Tsiolkovski, sum skrivar stórverkið "Um rúmdargransking við reaktiónsmotorum" og amerikanarin Goddard, sum sendir upp heimsins fyrstu rakett við flótandi brennievni.
Oberth og von Braun skriva seg eisini í søgubøkurnar sum undangongumenn í rakettmálum. Týskarar menna V2-rakettina, sum er upprunin til allar nútíðar rakettir.
Vit hoyra um, hvussu russar taka heimin á bóli við Sputnik 1. Hvussu amerikanarar eftir sputnikhvøkkin leggja seg á odda í rúmdargranskingini, og hvussu tað eydnast teimum í 1969 at senda tveir menn upp á mánan.
Vit hoyra eisini um baksýnisgeislingina, sum ger tað møguligt at máta eftirglóðina frá Big-Bang. Tað eru teir báðir Penzias og Wilson, sum máta hesa geislaleivd í 1964.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











